Beinisson.fo

Beinisson Snellan

26.250,00 kr. (Uttan MVG: 21.000,00 kr.)

Við brúkaravinarligu Beinisson snelluni, fyllir tú skjótt lastina. Snellan hevur bert ein knøtt til start/stop, og tvær stillingar; eitt til fíliferð og eitt til fiskastødd.

  • 24 V DC (Kann koyra við umformara, um báturin hevur 12V DC)
  • Trumlan tekur 300m 1.8mm nylon
  • 3 fíliferðir
  • Finnur sjálv botn
  • Best til 2 – 3,5 kg lodd

 

Prísur:

  • Við keyp av 1 stk, 26.250 kr við MVG (21.000 kr u/MVG) pr stk.
  • Við keyp av 2 stk, ella fleiri, 25.000 kr við MVG (20.000 kr u/MVG) pr stk.

 

Um áhugi er, skriva til beinir@bstokni.fo. Viðmerk um útgerðin skal sendast, ella verður heinta. Síðani rokna vit fraktprísin út.

Brúkaravegleiðing finst her

Brúkaravinarliga Beinisson snellan.

Snellan fiskar bert við botn, ikki uppi í sjónum og ikki makrel og høgguslokk.

Snellan er til 24 Volt DC. Um báturin hevur 12 Volt DC, ber til at brúka umformara. Hesin fæst til keyps hjá okkum.

Trumlan tekur 300 m nylon 1.8 mm.

Fyri at montera hetta, set streym til snelluna, fest nylon í hjartað og mal trumluni umleið 3/4 umdrejning móti urinum, tá hugt verður frá høgru.

Um nylon fløkist, halt trumluni stillari í umleið 1 sek, so stoppar hon. Fyra at byrja aftur, mal so trumluni aftur 3/4 umdr. móti urinum og so framvegis.

Tá dorg og lodd eru uttanborða, trýst á knøttin longst til vinstru og snellan finnir botn og byrjar at fíla.

3 fíliferðir eru og fílilongdin er stytst við minstu ferð og longst við hægstu ferð.

Knøtturin longst til høgru skal stillast til ta vekt sum man vil hava at merkja at fiskur er á og at snellan skal koma upp.

Við at trýsta á knøttin longst til vinstru steðgar snellan, trýst aftur og hon kemur upp, trýst aftur og hon steðgar og trýst aftur og hon fer niður og so fram vegis.

Snellan heldur loddið umleið ein fót frá botni og leitar eftir botni 6. hvørja ferð.

Um tað grynnist og loddið kemur á botn, so setur hon hægri botn.

Tá snellan kemur upp við fiski, setur hon ikki ferðina upp, fyrr enn hon hevur drigið nakað og slakkar av áðrenn ringurin kemur í rulluna.

Snellan ger eitt langt ljóð, tá fiskur hevur tikið og 2 stutt ljóð, tá dorgin er komin upp.

Um fast gerst í botn, so steðgar snellan eftir umleið 12 sek, bremsar og ger ikki meira fyrr enn trýst verður á knøttin til vinstru.

Snellan koyrir best við 2 kg til 3.5 kg loddi. Ikki brúka størri lodd enn neyðugt.

Additional information

Weight 11 kg
Dimensions 55 × 35 × 35 cm
Color

Black

Voltage

24V DC

Max line

300m