Innleiðing

  • Snellan er einans gjørd til botnfiskiskap. Hon er ikki ætlað til fiskiskap uppi í sjónum, so sum eftir makreli ella høgguslokki.
  • Snellan koyrir best við einum loddi, sum vigar millum 2,5 kg og 3,5 kg.
  • Ávaring: Umráðandi er at snellan stendur til streym, tá hon rennur út. Letur mann snelluna renna út uttan streym, er vandi fyri at komponentar fáa skaða.
  • Ávaring: Um snellan gerst føst í botn, roynir hon í umleið 12 sekund, áðren hon steðgar og bremsar. Bind fast í bátin, og brúka pullart at draga við, heldur enn motorin í snelluni. Um snellan hevur brotið av sjálv, vegna verju, kann vera neyðugt at bróta streymin av snelluni, fyri at fáa snelluna at koyra aftur.
 

Lína

Trumlan tekur í alt 300 metrar av 1,6 mm – 1,8 mm monofilament nylon. fyri at snellan skal renna væl niður, er umráðandi at fylgja hesum tilmælum:

  • Mælt verður til at brúka uml. 300 metrar av 1,6 mm – 1,8 mm nylon monofilament
  • Trumlan skal fyllast, til línan er umleið 2 cm frá kantinum á vanganum. Um ov lítið er fylt á trumluna, rennir snellan ikki nóg væl niður.
  • Um tú ynskir at brúka Dynema, er best at spola umleið 200 metrar av nylon á fyrst, og síðani 100 til 200 metrar av Dynema uttast. Trumlan skal fyllast til 2 cm frá kantinum á vanganum.
  • Ávaring viðvíkjandi Dynema: Dynema kann gera, at snellan ikki koyrir optimalt. Línan kann læsa seg fasta ella vera spola ójavt á. Hetta kann órógva hvussu snellan følir loddið.
 

Dorg

  • Fest dorgina beinleiðis í ringin.
  • Brúka ikki gummiband ella annað elastik ímillum ring og dorg. Hetta kann fáa loddið at hoppa og órógvar hvussu snellan arbeiðir.


Áspoling

  • Set streym til snelluna
  • Fest nylonlínuna í hjartað á trumluni.
  • Mal trumluni við hond umleið 3/4 umfar fyri at byrja áspolingina.
  • Um línan fløkist: Halt trumluni stillari í umleið 1 sekund, so steðgar hon. Fyri at byrja aftur, mal trumluni við hond umleið 3/4 umfar enn einaferð, fyri at seta í gongd.
 

Knøttar

  • Høgri knøttur verður brúktur til at stilla tað vekt sum skal til, fyri at snellan skal merkja fisk.
  • Mittasti knøttur verður brúktur til at velja fíliferð.
  • Vinstri knøttur verður brúktur til at stýra snelluni


Nýtsla

Tá dorg og lodd eru uttanborða: Trýst einaferð á vinstra knøttin. Snellan rennur nú sjálv niður, finnur botn og byrjar sjálv at fíla. 

Undir rakstri riggar vinstri knøtturin soleiðis:

  • Trýst 1: Snellan steðgar.
  • Trýst 2: Snellan dregur upp.
  • Trýst 3: Snellan steðgar aftur.
  • Trýst 4: Snellan fer niður aftur, og byrjar at fiska aftur.

Snellan hevur tríggjar ymisar fíliferðir. Fílilongdin er stytst við minstu ferð, longst við hægstu ferð.

Snellan heldur loddið umleið 1 fót frá botni. Hon leitar sjálv eftir botni 6.hvørja ferð hon fílar. Um tað grynnist, og loddið kemur á botn, tillagar snellan seg sjálv, og setur ein hægri botn.

Tá fiskur bítur á, dregur snellan fyrst og økir síðani stigvíst ferðina.

Tá snellan er komin upp, slakkar hon ferðina aftur, áðrenn ringurin kemur í rulluna.


Ljóðsignalir

  • Eitt langt ljóð: Fiskur hevur tikið, og snellan dregur upp.
  • Tvey stutt ljóð: Dorgin er komin heilt upp.